Nú kann tað tykjast so forkunnugt at hava eitt føroyskt sperðlafelag, sum hevur til endamáls at varðveita siðvenjuna at eta fyltan sperðil. Tað er ikki bara í Føroyum, at vit hava feløg at seta siðbundnan mat, tí fleiri slík feløg eru m.a. í Italia. Eitt teirra leggur seg eftir at varðveita eina serstaka uppskrift av saltfiski í sós. Hetta er ikki hissini felagsskapur, men meira ein losja, har tey hava serstakar búnar.
Tað eru fleiri enn 100 slíkir matfelagsskapir, sum snúgva seg um sera staðbundnan mat, sum kann vera alt frá ravioli, reyð pipar, ymisk kjøt og so er tað sjálvandi saltfiskurin. Saltfiskurin skal vera turkaður so hann er grótharður. Tá hann skal brúkast skal hann vatnast út í 3 dagar, har vatnið skal skiftast fjórða hvønn tíma. Tá kamn matgerðin byrja, og tað tekur 6 tímar við leyki, saltaðum sardinum, mjólk og persillu. Ljóðar eitt sindur sum ein slow-útgáva av okkara saltfiski í hvítari sós.

Hetta verður alt tikið í størsta álvara, og nýggir limir verða tilnevndir riddarar, ikki við svørði, men við einum gróthørðum saltfiski.
Kanska tað skal vera næsta stigið hjá Sperðlafelagnum at útvega serstakar búnar, og at tilnevna sperðlariddarar? Ein vælhongdur sperðil kann helst brúkast lagaliga til at sláa til riddara.
Greinin – og fyrimyndin til AI-tilgjørdu myndina – er frá BBC, 8. februar 2026.
