Nú er sperðilstúturin frá 2012 forsyllaður. Forsyllingin er tó ikki farin fram sambært samtyktini frá 2012, við tað at hann skuldi verið forsýllaður hjá Torgerð Suðuroy, men ístaðin er hann vorðin forsyllaður við neglalakki.
Harafturat er hann nú lagdur í kistil, sum verandi formaður og forkvinna hava til uppgávu at prýða til næsta aðalfund, tá hann skal handast komandi formanni og forkvinnu.

