Langt er liðið síðan seinast
sperðlaaðalfundur var.
Tí skal hesin táttur beinast
sperðlavinum at hugna sær.
Sperðlatunnilsavtalsmátt
bera út um hvørja gátt
tey í Kringvarp Føroya hvørja
líðilanga summarnátt.
Kára Post og løgmans Føroya
garpar tveir, sum hava átt
sperðlaríkidømi stórt
kundi eingin betur gjørt.
Teir nú skipa tunnlagildi
eftir fornum sperðlasið.
Eingin annar dólgur vildi
sita undir teirra lið.
Vildu hava sperðilshol
mugu vísa nú jobs tol.
Sild, makrel og sperðlatunnlar
bjóða tingsing tegnar nú
leggja vit og skil á lunnar
byggja sína sápubúð
grynna ei í sperðlavað
Kári Post tað sjálvur kvað!
Sita nú á Bremerhólmi
tveir so líkir jólamenn
ein er Kári Post í hjálmi
hin er Kaj Johannesen.
Gleða seg til sperðlasting
støðan er so sára ring.
Gleða seg til næsta sperðla-
aðalfund, ið verða skal
sunnanfjørðs, tað sigur Erla
og vit skilja hana væl.
Sperðilin, hann livi væl
heilt til næsta sperðlaspæl.