Erla stríðist við deiggina
eitt fransbreyð skal hon vera
havast skal hon í songina
í morgin skal tað niður skerast
Stormurin leikar á uttan dura
vátakavi og regn
Vár hevur fingið purrikulda
og bláfrystar negl
Setist hon niður á stólarbak
mælir so orðini tvá:
“Sitast skal ei longur í hesum húsi
best man vera at gá
Út at rógva for krabbaskel
tað var ei til dags,
sandingar drukku mítt heimabryggj
hereftir seti eg teir lægst
Ikki aftur um mínar dyr
bjóði eg slíkum monnum
– uttan so at sjálvari mær
vatnið drívur úr tonnum
Eta skulu teir te-vatn og breyð
uttan virðis skera
strika teir segl á bankanum úti
eg skal teir burtur bera
Dánjal og Annbjørn verða teir nevndir
gitnir eru so víða
eiga navn í íslandsbók
teir lata ei eftir sær bíða
Týðum báðir í hornatøkum
helst um eina ballón
standa so í berum brókum
ofta til hálva-nón
Hvør teirra ið mætastur er
ber illa til at siga
Annbjørn meti eg egnan mín
men hin fái eg illa at tiga
Dánjal so kringur í orðum er
tosar um nakkaspik
Einaferð lá hann tó skerflatur
tá tóku vit á okkum dyk
Sjálvdan vit um okkara leiðir
síggja men sum hasta
Tíggjufalt menskur Dánjal sást
tá vit høvdu hann svertað
Tá var sum á Blálondum
dreingir undriast á
Tekur at livna í svarta Dánjal
Annbjørn stóð honum hjá:
“Vaknar tú nú mín sæli bróður
hví er tú so myrkur vorðin
Hevur tú reinsað í kjallaranum
síðan í heim tú varð borðin
Øðin veksur í Dánjali Grima
sótsvertan tekur at bráðna
“Tú var mær ein dýrur bróður
ið ikki kundi mær skána”
Saman brustu báðir tá
eingin teirra fekk skón
sissast sum lambið við móður lið
tá inn rullar ein ballón
Nevadystur og skálkabrøgd
vórðu nú gloymd med alla
ganga báðir við tátu í hond
runt um ballónina trallla
Eg kvøði ei meira um hesa hending
brøður leggið í minni
soleiðis sá støðan út
eg sá teir á síðsta sinni.’’
Reisist knappliga Vár úr stóli
mælir so vorðini reyst
“Ikki er vert at sita longur
tit síggja meg aftur í heyst,
Erla slapp úr deiggini
við ein sperðils fart
Fransbreyðið út úr ovninum kom
bæði brúnt og hart.