Forrætturin í 2011 var italienskt lardo. Talan er um svínaspik, og var hetta ein vældámd orkukelda hjá arbeiðsmonnunum í marmorbrotunum.
Feittstykkir av svínasíðum verða løgd í marmorkør við kryddaðum salti. Hetta er heimagjørd vøra, og er framleiðsluhátturin ikki góðkendur av EU, og tí er ikki lætt at keypa hetta.
John hevði fingið nakað av lardo frá einum italskum vinmanni. Hetta bleiv lagt uppá bruchetta breyð í tunnum flísum eins og spik, og so var 25 ára gamalt balsamico latið omaná.